Brúkaraumboðið kunnar um reglurnar fyri at prísmarknaðarføra fýrverk
Fyrr og nú prísir mugu ikki verða brúktir
Brúkaraumboðið ger vart við, at tey, ið selja fýrverk ikki mugu marknaðarføra fýrverk við fyrr/nú prísum, har tey, ið selja samanbera teirra “nú-prís” við ein undanfarnan. Slík marknaðarføring vil verða sæð sum villleiðandi marknaðarføring eftir § 3, stk. 1 í lógini um marknaðarføring.
Frágreiðingin er, at fýrverk má bara verða selt eitt stutt tíðarskeið. Í leiðreglunum um prísmarknaðarføring frá Brúkaraumboðnum er greitt, at árstíðarvøra skal verða seld fyri vanligan kostnað í fýra samanhangandi vikur undan eini príslækking, um lýst verður við sparingum (4-vikur reglan).
Pakkatilboð og nøgdaravsláttur kunnu vera lóglig
Av tí at fýrverk bara verður selt eitt so stutt skifti, heldur Brúkaraumboðið ikki, at tað er villleiðandi at selja fýrverk við mongdaravsláttri ella sum pakkatilboð.
Seljarar kunnu marknaðarføra “eitt battarí fyri 400 kr. – trý fyri 1000 kr., spar 200kr.” Ella “tvey battarí, fimm rakettir og tjúgu gívraýl” fyri ein samlaðan prís, sum er lægri enn, um vøran varð keypt hvør sær. Fortreytin er kortini, at seljarar samstundis hava eina veruliga sølu av vøruni hvørjari sær.
Endamálið við hesari vegleiðing er at gera reglurnar púra greiðar, áðrenn ársins søla av fýrverki byrjar, bæði fyri at tryggja brúkarunum ímóti villleiðing og fyri at leggja upp til rættari og rættvísari kapping millum tey, ið selja brúkarum fýrverk.
Les meira um leiðreglurnar frá Brúkaraumboðnum um prísmarknaðarføring her
Leis meira um ofta spurt um prís her