Lætt, einfalt og ómakaleyst gera sær niðurstøðu um prís
Tíðindaskriv:
Brúkaraumboðið hevur móttikið klagu frá brúkara um marknaðarføring hjá Skemmuni. Brúkarin fór eftir, at tilboðsblaðið frá Skemmuni var útkomið, í Skemmuna at kanna um ein ávís vøra var á tilboð. Vøran var merkt við gulum, men prísurin var tann sami, sum vøran vanliga verður seld fyri.
Brúkaraumboðið gjørdi av at kanna nærri, um talan var um villleiðandi marknaðarføring smbrt. § 3 í lóg um marknaðarføring og bað Skemmuna um skjalprógv fyri, at vøran varð seld til niðursettan prís.
Smbrt. § 9, stk. 3 og stk. 4 í lóg um marknaðarføring kann útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
Skemman vendi sær til Brúkaraumboðið við tí frágreiðing, at Skemman upplýsir prísir á vørum í bløðunum við gulum, og har sum vørunar eru uppá tilboð, framgongur fyrr og nú prísurin á prísskiltinum.
Og í førum sum hesum, har trý stk. verða seld fyri niðursettan prís, framganga báðir prísirnir á skeltinum. Er vøran til vanligan prís, so framgongur bara tann prísurin.
Vøran, sum klagað verður um, var ikki niðursett og tí sást vanligi prísurin á vøruni. Tá ítøkiliga vøran sostatt ikki var niðursett, var ongin príslækking at skjalprógva.
Skemman ynskir at forða fyri, at misskiljingar skulu verða um, hvør vøra er á tilboð og hvør vøra verður seld fyri vanligan prís. Skemman skeyt tí upp, at framyvir í handlinum verður tilboðsvøra skeltað við gulum og vøra, ið er í bløðunum, men verður seld til vanligan prís, verður skeltað við hvítum skeltum, ið eru merkt ávísvøra.
Á henda hátt verður byrgt fyri, at brúkarin blandar tilboðsvøru og aðra vøru og samstundis fær kunning um vøruna, ið hevur verið lýst við í bløðunum.
Eftir hava móttikið viðmerkingar frá Skemmuni og klagara, metir Brúkaraumboðið, at talan ikki hevur verið um villleiðandi marknaðarføring í hesum føri, tí vøran ikki var niðursett og vanligi prísurin var upplýstur.
Brúkaraumboðið hevur tó ta áskoðan, at brúkarin lætt, einfalt og ómakaleyst skal kunna gera sær eina niðurstøðu um, um ein vøra verður seld fyri niðursettan ella vanligan prís og tekur tí undir við uppskotinum hjá Skemmuni.
Um spurningar eru til tíðindaskrivið, ert tú vælkomin at venda tær til
Rannvá Ragnarsdóttir
fartlf.558000 ella umvegis teldupost