Smbrt. § 23 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
Serliga viðkomandi fyri marknaðarføring av prísi eru §§ 1, 3, 9 og 13 í lóg um marknaðarføring.
§ 1: Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð[1].
§ 3: Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.
Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvað.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.
§ 9: Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.
Stk. 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.
Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðarføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.
§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.
Stk. 4. Tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skal brúkarin, um hann biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur honum møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, sum tænastuveitingin fevnir um.
Stk. 5. Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
- serreglur og undantøk frá stk. 1-4, herundir reglur um upplýsingar í sambandi við kreditt,
- framferðarháttin í sambandi við fráboðan av prísupplýsingum og um avmarking í mongdini av upplýsingum, ið verða latnar,
- at á sama hátt, sum eftir stk. 1, skal upplýsast um prísin fyri vøruna fyri hvørja mátieind og um nýtslu av mátieind fyri einstakar vørubólkar, og
- at liðugtpakkaðar smásøluvørur skulu hava upplýsingar um nettomongd.