Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


  • Nær er tað ólógligt at senda teldupost, sms o.a. við marknaðarførslu?

    Svar: Lógligt er at senda teldupost, sms o.a. við marknaðarførslu til móttakarar, sum hava biðið um tað, t.e. givið sítt samtykki.

  • Kanst tú senda teldupost til onnur vinnurekandi?

    Svar: Nei. Spammforboðið er í gildi undir øllum umstøðum, og tað merkir, at vinnurekandi kunnu ikki senda øðrum vinnurekandi elektróniska marknaðarførslu.

  • Nær ert tú sum sendari vinnurekandi?

    Svar: Vinnurekandi ert tú sambært § 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu, um teldupostur o.a. verður sendur í vinnuligum virksemi. Avgerandi er, um virksemið ber dám av vinnuvirksemi. Avgerandi er ikki, um virkið, felagið o.a. verður rikið við inntøku fyri eyga, og tað er týdningarleyst, um talan er um fulltíðarstarv ella hjáputur. Vinnuliga virksemið má hava ávís framhaldandi eyðkenni og ikki heilt einki í vavi. Sjálvboðin feløg kunnu eftir umstøðunum hava virksemi, sum hevur ávísan vinnuligan dám. Virksemið hjá politiskum feløgum er ikki fevnt av spammreglunum.

  • Er allur teldupostur og øll sms frá vinnurekandi fevnd av spammreglunum?

    Svar: Nei, bara áheitanir, sum sendar verða við tí í hyggju at selja vøru, tænastuveitingar o.a. Kortini er ikki kravt, at áheitanir hava ítøkilig tilboð ella vøruumrøðu – sonevnd “branding” (umdømisbygging) av virkinum er eisini fevnt av spammreglunum.

  • Ber til at senda teldupost og bjóða mótakaranum arbeiði?

    Svar: Ja, áheitanir, har móttakarum stendum arbeiði í boði, er sambært siðvenju hjá brúkaraumboðnum í fyrstu syftu ikki fevnt av hugtakinum um sølu í § 6 í lógini um marknaðarførslu.

  • Er lógligt at senda teldupost, har ein bjóðar sær til at keypa vøru fra móttakara?

    Svar: Ja, áheitanir við tí í hyggju at keypa vøru frá móttakara, er sum Brúkaraumboðið skilir tað ikki fevnt av spammreglunum, tí áheitanin er ikki gjørd við sølu í hyggju – men at keypa vøru o.a.

  • Ber til at senda teldupost til viðskiftafólk, tú hevur avtalusamband við?

    Svar: Nei. Tað er ólógligt at senda teldupost o.a. til viðskiftafólk, verður tað gjørt við tí í hyggju at selja (meira), uttan so at viðskiftafólkið hevur givið sítt samtykki til tað. Teldupostur má ikki verða sendur, har viðskiftafólkið fær tilboð um aðrar vørur frá virkinum. Men teldupostur, sum sigur frá broytingum í sáttmálaviðurskiftum (tænastufráboðan) kann verða sendur.

  • Er loyvt at senda teldupost til gomul viðskiftafólk?

    Svar: Nei. Aðalreglan er, at tú kanst bara senda teldupost við lýsing í til móttakara, sum frammanundan hevur givið sítt samtykki til tað. Tann reglan er í gildi, hóast móttakarin er gamalt viðskiftafólk. Sambært § 6, stk 2 í lógini um marknaðarførslu er kortini loyvt at senda gomlum viðskiftafólki teldupost, um hesar treytir eru loknar:

    • viðskiftafólkið hevur givið sína teldupostadressu í sambandi við at vøra ella tænasta er keypt

    • at viðskiftafólkið, tá ið viðkomandi gav adressuna, fekk at vita, at hon fór at verða brúkt til lýsingateldupost, og at viðskiftafólkið hevði møguleika lættliga og ókeypis at sýta fyri tí

    • at í teldupostinum bara verður lýst við vøru, sum svarar til ta, sum viðskiftafólkið keypti, tá ið viðkomandi gav sína teldupostadressu

    • at viðskiftafólkið hvørja ferð viðkomandi fær teldupost lættliga og ókeypis kann biðja seg undan at fáa fleiri áheitanir.

  • Er tænastuteldupostur fevndur av spammreglum?

    Svar: Rein tænastuboð t.d. um umskipanir/broytingar í avtaluviðurskiftum í viðurskiftum, sum eru í gongd, falla uttan fyri spammreglurnar t.d. vildi verið lógligt, at eitt el-felag sendi smsboð um ætlað streymslit til viðskiftafólk, sum hetta rakti – viðskiftafólkini skuldu bara hava møguleika at biðja seg undan at fáa slík smsboð.

  • Er loyvt at hava lýsing í teldupostundirskrift?

    Svar: Brúkaraumboðið góðkennir, at vinnurekandi vísa eitt búmerki ella hevur óhefta tilvísing til egna heimasíðu í teldupostundirskrift – tað er ikki fevnt av spammreglunum. Tað er tað harafturímóti, um teldupostundirskriftin hevur tilboð og slíkt í sær.

  • At senda spurnabløð og marknaðarkanningar er tað fevnt av spammreglunum?

    Svar: Teldupostur við leinki til marknaðarkanningar, nøgdsemiskanningar og tílíkt er í høvuðsheitum ikki fevnt av spammreglum, t.e. at slíkir teldupostar kunnu verða sendir uttan samtykki frammanundan frá móttakara. Men hevur greiningin og hitt til endamáls at “branda” ein vinnurekandi ella lýsa fyri vørum hjá vinnurekandi, er áheitanin spamm, hevur móttakarin ikki givið sítt samtykki.

  • Er loyvt at senda teldupost ella sms, sum eggjar móttakara til at senda eitt brúkaraummæli?

    Svar: Ja, loyvt er við ongum samtykki frammanundan at senda teldupost ella sms til gamalt viðskifafólk til dømis og biðja viðkomandi ummæla, hvussu tað var at keypa frá ávísa virkinum. Áheitanin skal kortini vera uttanveltað og má ikki hava marknaðarførslu av virkinum í sær. Viðskiftafólkinum skal eisini standa í boði at kunna biðja seg undan at fáa fleiri áheitanir um fleiri ummæli.

  • Er loyvt at hava eina “mist kurv funku”, har sendur verður teldupostur til fólk, sum slíta keyp?

    Svar: Nei, at senda “tænastuteldupost” til fólk, sum hava slitið eina bíleggingargongd, har gjørt verður vart við, at bíleggingin er avbrotin, og hvussu hon kann verða tikin uppaftur, er fevnt av § 6 í lógini um marknaðarførslu. Slíkur teldupostur kann tí bara verða sendur, um móttakari frammanundan hevur givið sítt samtykki til tað.

  • Er loyvt at hava kapping á Facebook, har tey luttakandi skulu deila ella dáma eitt uppslag sum treyt fyri at vera við?

    Svar: Ja, tað er loyvt.

    Tá ið Facebookbrúkari deilir ella dámar eitt uppslag verður tað ofta víst á newsfeed hjá vinunum, sum hesin brúkarin hevur. Brúkaraumboðið metir ikki, at hetta er fevnt av spammforboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini, tí her er ikki talan um “elektróniskan post” sambært lógini.

  • Hvørji krøv verða sett til samtykki at taka ímóti lýsingatelduposti?

    Svar: Eitt samtykki skal verða “kunnað” og “ítøkiligt” At samtykkið er “kunnað” merkir, at viðkomandi skal verða greið/ur yvir, at loyvi verður givið til marknaðarførslu. At samtykkið er “ítøkiligt” merkir, at týðiliga og greidliga stendur, hvat samtykkið verður givið til. Sum Brúkaraumboðið fatar tað, skal eisini verða greitt í samtykkinum, hvørjum marknaðarførslan fer at koma frá.

  • Hvussu breitt kann eitt samtykki orðast?

    Svar: Samtykkið kann verða orðað rættiliga breitt. Men í høvuðsheitum skal vera greitt, hvat vøruslag marknaðarførslan fer at snúgva seg um, sum samtykki verður givið til.

    Frá bankum kann eitt samtykki t.d. vera um at fáa upplýsingar um “nýggjar ella bøttar innlánsmøguleikar sum teldupost” ella”nýggir og betri pensjónsmøguleikar á sms”. Tað fer somuleiðis at bera til at fáa samtykki at fáa lýsingateldupost um barnaklæði, stovuinnbúgv, havamøplar, biltryggingar ella líknandi. Hinvegin er tað í høvuðsheitum ikki nóg gott, um samtykkið verður orðað sum” “tíðindi og góð tilboð frá okkum”, tí tað ikki er nóg ítøkiligt.
    Sum brúkaraumboðið fatar tað, skal eisini verða greitt í samtykkinum, hvørjum marknaðarførsla fer at koma frá og á hvørjum miðili, marknaðarførsla verður send.

  • Skal tað verða greitt í samtykkinum, um marknaðarførsla verður send við telduposti, sms o.ø?

    Svar: Ja. Eitt samtykki skal vera ítøkiligt, og skal verða greitt, hvussu marknaðarførsla verður send, heldur brúkaraumboðið. Hevur onkur t.d givið sítt samtykki at fáa marknaðarførslu sum teldupost, kann samtykkið ikki verða brúkt til at senda marknaðarførslu sum sms.

  • Er loyvt at heinta sær samtykki til at taka ímóti marknaðarførslu í handilstreytunum?

    Svar: Nei. Stendur tað í handilstreytunum, at viðskiftafólkið við at góðkenna treytirnar eisini gevur samtykki til at taka ímóti marknaðarførslu, lýkur tað ikki kravið um at vera eitt “kunnað” samtykki. Samtykkið skal tí eisini verða gjørt viðkomandi púrasta greitt fyri at vera nógv væl “kunnað” og sostatt lógligt at brúka.

  • Er loyvt at lata ein samtykkisrút verða merktan frammanundan?

    Svar: Nei. Er ein teigur, har samtykki kann verða givið til at taka ímóti marknaðarførslu, avmerktur frammanundan, er vandi fyri, at eingin varnast hann. Tá ið eitt samtykki skal verða “kunnað”, áðrenn tað verður brúkt, er eitt samtykki, sum er fingið við at krossa rútin av frammanundan, ikki lógligt at brúka.

  • Er loyvt at fáa samtykki til marknaðarførslu í telduposti ella sms?

    Svar: Nei. Eitt samtykki at taka ímóti marknaðarførslu skal verða givið frammanundan. Tað fæst tí ikki við at senda teldupost ella sms við áheitan um at melda seg til tíðindabræv til dømis. Eitt samtykki kann hinvegin verða útvegað á eini heimasíðu ella við at fylla eitt oyðublað út.