Svar: Ja. Í høvuðsheitum er loyvt, at luttøka í kapping er treytað av, at tú samstundis gevur samtykki at taka ímóti t.d. lýsingatelduposti. Men tað skal standa heilt greitt, at tað er treyt fyri at vera við. Brúkaraumboðið heldur, at dentur eigur at verða lagdur á samtykki fram um kappingina. Eisini skal vera púra greitt, hvat fólk geva sítt samtykki til.
Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)
Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.
Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.
Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf
Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/
- Kann luttøka í kapping verða treytað av, at tú gevur samtykki til at taka ímóti marknaðarførslu frá fleiri virkjum?
- Er loyvt at treyta eitt keyp við tí, at viðskiftafólk skulu geva sítt samtykki til at taka ímóti elektróniskari marknaðarførslu?
Svar: Brúkaraumboðið heldur, at tað sum heild er ólógligt at treyta eina sølu av eini vøru ella tænastuveiting við, at viðskiftafólkið gevur samtykki til at taka ímóti elektroniskari marknaðarførslu, uttan so at viðskiftafólkið eisini hevur møguleikar at velja eitt annað og samsvarandi tilboð upp á vøruna (kanska fyri gjald), sum ikki er treytað av samtykki til at taka ímóti elektróniskari marknaðarførslu.
- Skalt tú kunna melda frá tíðindabrævi á tí miðli, haðan brævið kemur (t.d. lýsing sum sms) – ella er nóg mikið við einum leinki til heimasíðuna?
Svar: Tað er krav, at í lýsingaáheitanum er altíð ein adressa, sum móttakarin kann snúgva sær til um viðkomandi ikki vil hava fleiri áheitanir. Harumframt kann tað vera gott hugskot eisini at hava t.d. eitt avmeldingarleinki – tann vinnurekandi hevur kortini ábyrgdina av, at avmeldingarleinkið riggar.
- Frá nær skal vinnurekandi virða, at eitt samtykki er tikið aftur?
Svar: Tann vinnurekandi skal virða, at eitt samtykki er tikið aftur frá teirri løtu, at afturtøkan er virkinum í hendi. Vanliga er tað í somu løtu, eitt frámeldingarleinki verður brúkt, ella tá ið teldupostur um frámelding er komið virkinum í hendi.
- Hvat gerst, um frámeldingarleinkið ikki riggar?
Svar: Fært tú boð um, at frámeldingarleinkið ikki riggar, ber til at senda teldubræv ella bræv til vinnurekandi og siga frá, at tú ætlar at taka samtykkið aftur. Tað skal tann vinnurekandi virða.
- Kann eitt samtykkið fyrnast, verður tað ikki brúkt leingi?
Svar: Vanliga er eitt samtykki í gildi líka til tað verður tikið aftur. Brúkaraumboðið heldur kortini, at eitt samtykki kann falla burtur eftir aðalreglunum um óvirkni, um vinnurekandi ikki hevur gjørt nýtslu av samtykkinum eitt langt skeið – sum verður mett at vera eitt ár.
- Kunnu fólk verða revsað fyri at senda spamm?
Svar: Ja. Fólk kunnu revast við bót, verða reglurnar um spamm brotnar.
- Er “send einum vini funkan” lóglig?
Svar: Hevur vinnurekandi eina “send einum vini funku”, har teldupostur við marknaðarførslu verður sendur, skal tann, ið brúkar funkuna kunna rætta í tí teksti, sum verður sendur “vinum”. Um tann vinnurekandi harumframt lønar ella á annan hátt eggjar fólki til at “senda vini”, verða tey boðini mett at koma frá tí vinnurekandi. Tað merkir, at tann vinnurekandi skal tryggja sær, at “vinirnir” hava givið sítt samtykki til at taka ímóti elektróniskari marknaðarførslu frá tí vinnurekandi – annars eru áheitanir sendar við “send-einum-vini-funkuni” spamm.