Ikki ber til at seta eitt mark á, hvussu leingi ein afturlatingarútsøla kann halda fram, men um hon hevur hildið á longur enn 3. mánaðir, verða herd krøv sett í verk fyri at skjalprógva, at fyritøkan letur aftur. Í eini afturlatingarútsølu ber ikki til at seta nýggjar vørur fram, tí eigur afturlatingarútsølan í seinasta lagi at gevast, tá ið vørurnar, sum stóðu frammi, tá ið afturlatingarútsølan byrjaði, eru seldar. Harafturat er einans loyvt at nýta orðingina “afturlatingarútsøla” um vissa er fyri, at fyritøkan veruliga letur aftur.
Ofta spurt um at marknaðarføra prís
Hvussu leingi kann ein afturlatingarútsøla halda á?