Tá ið brúkarar síggja eina lýsing, skal teimum vera greitt, at talan er um lýsing, sama í hvørjum líki og á hvørjum miðili. Á tann hátt verður gjøgnumskygni skapt, og brúkarum er heilt greitt, at handilslig áhugamál búgva undir teksti og myndum.
Lógin um marknaðarføring í Norðurlondum hevur tí krav um, at lýsingar skulu kunna eyðmerkjast.
Serliga á sosialu miðlunum er nøgdin av lýsingum seinnu árini vaksin í stórum. Tá ið talan er um pallar, sum privatfólk vanliga brúka at kunna hvør annan, skulu virki, ið vilja nýta sosialar miðlar til marknaðarførslu, serliga gáa um og gera vart við, at endamálið er at selja vørur og tænastur.
Harumframt síggja vit eisini í siðbundnum miðlum - t.d teimum elektrónisku - at tað gerst alsamt truplari at gera mun á redaktionellum tilfari og lýsingum*.
Tað er týdningarmikið, at brúkarar ikki eru fyri fjaldari lýsing. Tí er tað eitt mál, ið verður raðfest høgt hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum.
Norðurlendsku brúkaraumboðini fara næstu árini at siga hvør øðrum frá royndum á hálvsársfundunum, har norðurlendsku brúkaraumboðini hittast.
Henda støða, sum sigur frá fatanini hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum um lýsingaeyðmerking, er gjørd við atliti at tí at siga virkjum frá, hvat tey kunnu gera fyri at sleppa undan at bróta forboðið um fjalda lýsingar.
*Í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi verða lýsingar í útvarpi, sjónvarpi og audiovisuellum miðlatænastum stýrdar av serligum reglum, sum seta í verk Rådsdirektiv 2010/13/EU um útboð av audiovisuellum miðlatænastum, sum serligur myndugleiki hevur eyguni við. Fyriskipanin stýrir bara útvarpi, sjónvarpi og audiovisuellum miðlatænastum. Í Føroyum eru reglur um lýsingar í KVF og reglur um góðan fjølmiðlasið, ið Fjølmiðlanevndin hevur eftirlit við.