Útgivið, tann 17. March 2014 (Seinasta rættað, tann 17. March 2014)
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um avtalutreytir og mannagongd, tá venjing verður keypt í Vælveru Fitness.
Málið byrjaði við klagu frá brúkara, ið hevði keypt sær venjing í ein mánað. Keypið varð framt inni í venjingarstøðini og ikki umvegis heimasíðuna. Goldið varð kontant. Seinni fekk klagarin uppkrav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt á fram. Brúkarin var tó ikki greið yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum hon fekk ímóti sær.
Brúkaraumboðið gjørdi av at kanna nærri mannagongdina, tá keypt verður í sjálvari venjingarstøðini og um standardtreytirnar um keyp eru nóg greiðar, serliga í mun til, um tað er nóg greitt, um talan er um leypandi hald.
Útgangsstøðið er, at tað er tann vinnurekandi, ið skal prógva, at avtala er gjørd, tvs. í hesum føri, at klagarin hevði teknað eitt hald og ikki keypt ein mánaða venjing. Hinvegin er tað brúkarin, ið skal prógva, at hann hevur meldað seg úr ella sagt haldið upp.
Brúkaraumboðið metti ikki, at tað framgekk greitt av avtaluni millum klagara og venjingarmiðstøðina, at klagari hevði teknað eitt hald, ið helt á fram, til hetta varð uppsagt. Hetta gav høvi til, at tað verður gjørt greiðari fyri brúkaran, tá avtala verður gjørd, at talan er um eitt leypandi hald, ið heldur á fram, til haldið verður uppsagt.
Í málsviðgerðini kom eg fram á og gjørdi Vælveru Fitness vart við, at á haldum við bindingstíð, varð samlaði prísurin fyri haldið ikki upplýstur. Hetta er krav sambært lóg um marknaðarføring.
Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.
Brúkaraumboðið hevur tí vent sær til Vælveru Fitness og víst á omanfyri nevndu viðurskifti.
Vælvera Fitness hevur tikið tilmælini frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar og slept ítøkiliga innheintingarmálinum. Vælvera Fitness hevur í síni standardavtalu gjørt greiðari, at talan er um eitt leypandi hald, umframt at upplýst verður um samlaða prísin fyri hald við bindingstíðum.
Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við málið.
Brúkaraumboðið mælir øllum brúkarum til at lesa avtalutreytirnar væl, áðrenn hald verða teknað í venjingarmiðstøðum.
Viðkomandi ásetingar í marknaðarføringslógini:
§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.