Í royndum tekur tú pengar út av kontuni í bankanum ígjøgnum appina á telefonini og sendir teir til aðra fartelefon, haðan teir ígjøgnum eina aðra app verða settir inn á kontu hjá móttakara.
Pengar frá fartelefon til fartelefon
Tøkniliga ber til at flyta pening frá einari fartelefon til aðra. Einasta, ið krevst, er, at báðir partar eru meldaðir til tænastuna ígjøgnum eina app í bankanum. Tænastan er bara fyri einstaklingar, og mark er fyri, hvussu nógv kann verða flutt.
- MobilePay – Swipp
- Hvussu nógv kanst tú flyta?
Við Swipp kanst tú flyta upp til 10.000 kr um dagin – tó ikki meira enn ta upphædd, ið stendur á kontuni.
- Soleiðis verður tað gjørt
Tú tekur appina niður frá bankanum og ger hana virkna. Appin er knýtt at sjálvvaldari kontu og er vard av sjálvvaldum loyniorði. Tú kanst so flyta øðrum, sum hava somu app, pengar bara við at tøppa inn upphædd og telefonnummar.
Tá ið tað ræður um Swipp skulu báðir partar hava eina kontu hjá einum av bankunum, sum bjóða út Swipp.
- Trygd
Fyrst og fremst heftir bankin fyri misnýtslu. Í serligum førum kanst tú vera fyri tí at rinda sjálv/ur, til dømis, um tú kanst ábyrgdast fyri, at misnýtslan er farin fram. Tú heftir ikki fyri misnýtslu, ið hendir, eftir at kontan er sperrað.
Varnast tú flytingar, tú einki veitst um, skalt tú alt fyri eitt sperra Swipp í bankanum. - Slepp undan misnýtslu
Harumframt kanst tú tryggja teg við at læsa telefonina, so hon má verða latin upp við loyniorði.
- Kanna kontuna
Tú hevur skyldu at kanna allar flytingar á appini, so tú beinanvegin kann gera bart, heldur tú, at eitthvørt er hent, ið tú heldur teg ikki hava gjørt.
- Avgjøld
Kanna avtaluna, um tú kanst verða kravdur eftir avgjaldi, tá ið tú brúkar tænastuna.
- Klagur
Ert tú ósamdur við bankan um gjaldsavtaluna, kanst tú fara longur upp í skipanina og kæra til Kærunevndina hjá peningastovnunum. Meira um hetta á heimasíðuni hjá peningastovni tínum.